Gómagott fekk heiðurin sum Ársins Íverksetari 2018

Løgmaður kunngjørdi í einum fullsettum Østrøm, at fyritøkan Gómagott í Havn er kosin Ársins Íverksetari 2018.

Ársins Íverksetaradagur varð fyrrapartin hildin í Østrøm í Tórshavn. Nógv fólk var komið saman til árliga dagin, har føroysk íverksetan verður heiðrað.

Ársins Íverksetari 2018

Aksel V. Johannesen, løgmaður, kunngjørdi at dómsnevndin hevur valt fyritøkuna Gómagott til Ársins Íverksetara.

Løgmaður segði millum annað:

“Ársins Íverksetari er í dag ein fyritøka sum fevnir um framleiðslu av sjokulátu og øðrum góðgæti til tann føroyska marknaðin. Kondittarí er komið afturat, so at fyritøkan nú eisini hevur cafe og letur køkur út av húsinum.

Umleið tjúgu fólk eru knýtt at fyritøkuni, svarandi til seks ársverk.

Alt sum fyritøkan framleiðir er gjørt við hond og góðum rávørum. Dentur verður lagdur á at nýta føroyska rávørur í størst møguligan mun.

Ársins íverksetari kann vísa á góð fíggjarlig úrslit seinastu árini, og eisini á hesum økinum er fyritøkan fyrimynd fyri aðrar nýggjari fyritøkur”.

Ársins Innovation til Gásadalsgarðin

John Syderbø, produkt og marknaðarstjóri á Føroya Tele, lat heiðurin fyri Ársins Innovatión til Gásadalsgarðin.

John flutti millum annað fram hesi orð:

“Ársins Innovatión hevur eitt serstakt konsept. Tey hava samantvinnað tað gamla og tað nýggja – nevniliga bóndaskap og ferðavinnu. At hetta fer fram í somu hølum, ger tað enn meira serstakt.

Man skuldi trúð, at hetta krevur nógva og drúgva umstilling. Men so er ikki. Um heystið brúkar fyritøkan hølini sum sláturvirki og um várið og summarið til eina hugnaliga kaffistovu, eins og gistingarmøguleikar eisini eru. Harumframt letur fyrtøkan mat út av húsinum”.

Martin Thorborg kendur íverksetari úr Danmark var høvuðstalari á Ársins Íverksetaradegi, sum var hildin í Østrøm við luttøku av áleið 150 áhoyrarum.

Facebook viðmerkingar