Suðringar greiðan sigur á 07 Vestur

Í oysandi regni tók 07 Vestur seinnapartin ímóti Suðringum í Sørvági. Veðrið til fótbólt var tó gott, tí tað var púra stilli í Sørvági.

Suðringar vóru greiðir um, at hetta var ein sera týdningarmikil dystur. Við einum sigri kundu teir fáa eitt rættiligt hol niður til botnin, samstundis sum 07 Vestur tá helst eisini varð fastlæst í botninum. 07 Vestur hevði helst somu áskoðan – hetta var ein dystur, sum heimaliðið mátti vinna fyri at varðveita vónina um framhald í Betrideildini (eisini hóast tað eru 17 umfør eftir).

Suðringar byrjaðu dystin væl og góða spælið, sum Suðringar, hava víst í fleiri dystir, var sera sjónligt í fyrra hálvleiki, har Suðringar vóru væl betur.

Suðringar skaptu frá byrjan fleiri smáar málmøguleikar, men tann fyrsti stóri møguleikin kom, tá Suðringar fingu fríspark í høgru síðu á brotsteigar markinum. Ibra varð settur at taka og tá hann skjýtur og bólturin er ávegis uppum verjuna, tekur ein 07 Vestur leikari hondina í brúk, og dómarin dømir brotsspark.

Isaac Shaze varð settur at skjóta og skoraði trygt til 1-0. Hetta var í 24. minutti.

Teir næstu 10 minuttirnar høvdu Suðringar fleiri heilt stórar málmøguleikar og við eitt sindur av neyvleika, so var støðan bæði 2-0 og 3-0 hesa løtuna, áðrenn Suðringar øktum um leiðsluna.

Málið til 2-0 kom eftir 33 minuttir, tá Suðringar vinna bóltin á egnari hálvu, spæla direkta upp gjøgnum miðjuna. Búi fær bóltin og roynir at fara framvið einum verjuleikara, men sleppur ikki rættiliga ígjøgnum. So kemur Eirikur Magnusarson, vinnur bóltin og fær skøva bóltin framvið málverjanum til 2-0.

2-0 var eisini hálvleiksstøðan og var hetta eisini greitt uppiborið, hóast 07 Vestur hevði nakrar málmøguleikar, sum teir ikki megnaðu at umseta til mál í fyrra hálvleiki.

Í seinna hálvleiki vóru Suðringar ikki so offensivir, sum teir vóru í fyrra hálvleiki. 07 Vestur kom eisini út til seinna hálvleik fyri at stríðast fyri lívinum. Heimaliðið var eisini nakað omaná leikliga í seinna hálvleiki, men megnaðu tó ongantíð at skapa stórar málmøguleikar.

Suðringar dúvaðu uppá kontra – venjarin hevði heilt greitt væntað, at 07 Vestur fór at leggja meiri uppfyri í seinna hálvleiki. Men tá møguleikarnir komu, tá vóru Suðringar ikki nóg neyvir í uppspælinum.

Suðringar stríddist sera væl og hvørja ferð møguleikarnir vóru har, so stríddust teir fyri tí. Tá 82 minuttir vóru farnir eydnaðist tað eisini at fáa mál burturúr stríðnum, tá 07 Vestur leikari var kroystur til at gera eina harða afturlegging til málverjan, sum málverjin ikki megnaði at fáa fatur í. Sjálvmál og støðan var 3-0 til Suðringar.

Dysturin endaði eisini við 3-0 sigri til Suðringar, sum aftur í dag spældu ein góðan dyst og vunnu uppiborið. Suðringar hava nú ikki tapt í 4 dystir á rað, 3 sigrar og 1 javnleik er tað blivi til.

Úrslitið í dag førir við sær, at Suðringar nú eru komnir upp á 10 stig, sama stigatal sum EB/Streymur á 7. plássi.

 

Facebook viðmerkingar