Bakkafrost keypir sølufelagið North Landing Ltd. í USA

Tíðindi

Bakkafrost hevur undirskrivað treytaða keypsavtalu við eigararnar av North Landing um at keypa allan partapeningin í North Landing Ltd. Keypið væntast endaliga góðkent 25. mai 2018.

Endamálið hjá Bakkafrost við at keypa virksemið í USA er at betra okkara førleikar til at geva kundum okkara bestu tænastu. Bakkafrost hevur seinasta áratíggju havt økt fokus á at menna marknaðin. Við keypinum av North Landing fer Bakkafrost at hava betri marknaðaratgongd og fer at kunna bjóða breiðari tænastu til kundarnar í einum av størstu marknaðunum av laksi í heiminum.

North Landing er eitt amerikanskt sølufelag, sum selir laks á amerikansku eysturstrondini. Søluskrivstovan við bæði køli- og frysti goymslu er í Clifton, New Jersey. North Landing var fyrsta amerikanska felagið, sum innflutti feskan laks úr Føroyum, og hevur verið kundi hjá Bakkafrost í meiri enn 10 ár. 36 fólk eru í starvi hjá North Landing.

North Landing Ltd. verður framyvir skipað sum eitt sjálvstøðugt dótturfelag hjá P/F Bakkafrost. Øll handils- og viðskiftaviðurskifti við North Landing Ltd. áðrenn og aftan á keypið verða óbroytt. North Landing fer at bjóða somu vørur og tænastur sum áðrenn keypið.

Facebook viðmerkingar