Bank Nordik

Heit kelda eisini í Fámjin í 1930

Seinastu vikurnar hevur verið nógv skrivað um heitu kelduna, sum borað varð niður á í Kollafirði. Á heysti í 1930 vóru fólk úr Fámjin fyri líknandi hending, har kókandi vatn skjeyt seg upp úr jørðini.

Sólveig Strøm í Vági vísti í dag soninum, Torkil Strøm, á eitt útklipp frá einari Dimmalætting í oktober 1930. Útklippið hevur Torkil avmyndað og sent Suðuroyarportalinum.

Undir yvirskriftini Jarðskjálfti í Suðuroy verður skrivað: “Ein kelda við heitum vatni skjýtur seg upp úr einari fløtu hálvfjórðing frá Fámjin tætt hjá fossinum mikla.”

Skrivið er dagfest 18. oktober 1930.

Og stendur víðari:

“Maður í Fámjin var í fyrradagin eftir torvi. Á heimvegnum hoyrdi hann sterkan duna, ið ljóðaði eins og motorur. Maðurin gekk eftir ljóðinum og stóð við eitt á skelvandi jørð, hvar ein kelda við heitum vatnið kókaði. Maðurin rørdi við vatnið og var tað ov heit fyri hondina.

Dunanin hoyrdist oman til bygdina, og smábørnini rópaðu at motorskip kom.

Í dag hava tveir menn verið hjá kelduni, ið liggur uppi á fossi mikla um ein kilometur frá bygdini, og er tað eitt keldu-eyga av stødd sum tveir manslógvar. Vatnið er ógvuliga heitt.

Har keldu eygað hevur skotið seg upp er hørð fløta, og vatn flýtur nú út um fløtuna.”

Útklippið úr Dimmalætting frá oktober 1930 kann lesast í fullum líki niðanfyri.