Húsabjálving

Bedingin í Vági 100 ár

Í heyst eru tað 100 ár síðani fyrsta bedingini í Vági varð tikin í nýtslu. Gamla bedingin er til enn, hóast nýggjur bedingsvognur kom miðskeiðis í 1980unum.

 

Á heystið í 1913 fór Jákup Dahl, sum í 1884 hevði stovnað fyritøkuna A/S J. Dahl á Gørðunum í Vági, undir at fyrireika ein beding í Vági.

Jákup hevði bygt upp fyritøkuna A/S J. Dahl til at fevna um handilsvirksemi, fiskaframleiðslu á landi og stórt reiðara virksemi. A/S J. Dahl átti fleiri skip og ásannaði Jákup Dahl eisini at tað var ein trupulleiki, at ongin beding var í Vági.

Í september í 1913 skrivar Jákup Dahl til umboðsmann sín í Keypmannahavn:

“Við “Tjaldrinum” hesa ferð kemur Askham smiðjumeistari, sum skal hyggja at eini gamlari beding, sum er til sølu í Keypmannahavn. Tað er heilt neyðugt at gera eina beding her í Vági, sluppirnar og motorbátarnir eru nú so nógvir. Tað kann verða, at Askham kann fáa ymsar nýtiligar lutir av teirri gomlu bedingini, sum er til sølu. Tygum mugu hjálpa harra Askham við keypinum og sjálvandi fáa alt so bíligt, sum til ber.

Eg ætli at senda “Albert Victor” til Keypmannahavnar. Kanska eisini “Havgásina” eitt sindur seinni. Gott hevði verið at fingið nakað av tilfarinum upp við. Restin kann so koma við “Tjaldrinum”.

 

Tilfarið til bedingina kom til Vágs á vári 1914, nakað keypt úr Keypmannahavn og nakað frá Th. Scott & Co. Ltd. í Edinburgh. Dampmaskina kom úr Skotlandi. Tað segðist, at hon hevði drivið eina turrdokk onkustaðni í Bretlandi.

Tíverri vísti tað seg, at ikki alt passaði so væl til og mátti sendast aftur. Hetta tók nakað av tíð, men annars gekk arbeiðið uppá bedingina væl. Bedingin var liðug á heysti í 1914.

Fyrsti bedingsmeistari var Niels Nolsøe í Puntabyrgi á Tvøroyri, sum flutti til Vágs við familju í 1914.

 

Otto Jacobsen (Otto hjá Petur Kristiani nevndur í Vági) arbeiddi eisini á bedingini. Hann hevur greitt soleiðis frá:

Eg minnist væl, tá ið bedingin varð løgd. Skinnararnir lógu vestur gjøgnum mølina. so vórðu flot løgd á skinnararnar, og teir vórðu sleipaðir útá. Bæði Tummas Askham og Niels í Puntabyrgi dúkkaðu. teir søgdu, at tað vóru sovorðnir ryggir ella óslættar á botninum, sum máttu javnast áðrenn skinnararnir kundu leggjast. Theodor Askham stóð á skinnarunum meðan teir vórðu sleipaðir útá, og tá skinnararnir so spakuliga sukku niður undir honum, svam hann í land. Eg kann eisini minnast, at har á leið, sum bedingin er, var so tjúkkur mógvur, og nógv torv skorið har.

 

Nú í heyst eru tað sostatt 100 ár síðani bedingin í Vági varð tikin í nýtslu.

Bedingin í Vági varð útbygt í við nýggjari sleipistøð fyrst í 1980unum. Nýggja sleipistøðin var liðug á Grækarismessu, 12. mars í 1985. Gamla bedingin kláraði skip upp til umleið 200 tons, meðan nýggja sleipistøðin klárar skip upp til 1.500 tons og sum eru 65 m. til longdar og 15 m. breið.

Felagið A/S J. Dahl, sum lat bedingina og nýggju sleipistøðina gera, fór í søguna í seinnu helvt av 1980unum. Í 1993 tóku tríggir ungir vágbingar yvir, tá Gudmund Jacobsen (stjóri), Hans Ziskasen og Mortan Mortensen keyptu Vágs Skipasmiðju.

 

no images were found