Starvsdagar á dagstovnaøkinum í Vági

Mánadagin heiðraði Vágs kommuna starvsfólk á dagstovnaøkinum á starvsdøgum.

Í dagrøktini vórðu Ingrid Larsen og Annika Borg heiðraðar, tær hava ávíkavist arbeitt hjá Vágs kommunu í 25 ár og í 15 ár.

Í dagstovninum Eikilund vórðu Yvonna Toftum og Hansy Kærbech heiðraðar, tær hava báðar arbeitt 15 ár hjá Vágs kommunu.

Dennis Holm, borgarstjóri, gav teimum blómutyssi og gávubræv frá Vágs kommunu í samband við starvsdagarnar. Borgarstjórin nevndi eisini í røðu, at tað fyri eitt og hvørt arbeiðspláss hevur sera stóran týdning at hava støðug arbeiðspláss. -Og tá fólk hava valt at arbeiða hjá Vágs kommunu í ávíkavist 25 ár og 15 ár, so kunnu vit eisini siga, at tað er eitt tekin um, at starvsfólkini dáma væl teirra arbeiði og teirra arbeiðspláss, og hetta hevur stóran týdning fyri kommununa, segði borgarstjórin.

Yvonna Toftum, Dennis Holm og Hansy Kærbech
Annika Borg, Dennis Holm og Ingrid Larsen

Facebook viðmerkingar