Konsert í Ruth Smith savninum 2. hvítusunnudag

Næmingar í Suðuroyar Musikkskúla framføra eina lítla konsert í Ruth Smith savninum í Vági 2. hvítusunnudag (21. mai) kl 15.

Á skránni er floytu-samanspæl og klaverspæl, og bæði klassiskur og nútímans tónleikur.

Aftaná eru vaflir og kaffi at fáa, og eisini verður høvi at fáa rundvísing í savninum.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerkingar