Ítróttaháskúlin opið hús 9. juni

Ítróttaháskúlin í Suðuroy, sum uttan iva telist millum mest spennandi skúlar í landinum, hevur opið hús leygardagin 9. juni frá kl. 9.00 til kl. 15.00, tá fólk kunnu leggja leiðina framvið, síggja skúlan og heilsa uppá leiðslu og starvsfólk.

Ítróttaháskúlin heldur m.a. til í Stóra Pakkhúsi í Vági, har tað er opið hús hendan dagin.

Facebook viðmerkingar