Bilasølustevna í vikuskiftinum í Salt

Drelnes verður aftur karmur um árligu bilasølustevnuna,  sum nýggjársnevndin á Tvøroyri skipar fyri. Lagt er upp fyri undirhald bæði fyri tey vaksnu og børnini. Andlitsmáling, Jensina Olsen og ponyríðing  skulu nokk hugtaka yngra ættarliðið, meðan sangur frá Alex Bærendsen og Sveini í Prestgarði kemur til fullan rætt inni í stórbæru saltsiloini.

Facebook viðmerkingar