Helle Sthener myndaframsýning í Miðlatúni

Frá í dag 18. mai 2018 og restina av mai mánaði verður myndaframsýning í Miðlatúni í Vági.

Helle Sthener, sum er danskur sjúkrarøktarfrøðingur og frítíðarfotografur sýnir fram nakrar av mongu myndunum, hon hevur tikið meðan hon hevur starvast í farloyvisstarvið á Hamragarðið í Vági. Høvið verður at hitta hana og møguliga seta henni spurningar leygardagin 19. mai kl. 12 – 14.

Við hesari framsýning ynskir Helle at geva okkum fastbúgvandi og øðrum áhugaðum okkurt afturfyri tað gestablíðni og vælvild, hon merkir her.

Um seg sjálva sigur Helle, at hon næstan av tilvild kom til Føroyar at arbeiða sum sjúkrarøktarfrøðingur, men at tað hevur givið henni ómetaliga nógv, millum annað endurvann hon hugin at taka myndir. Magiska náttúran, vinarlig fólk, góðar umstøður at búga, góðir starvsfelagar og umhvørvið sum heild góðu henni íblástur til myndatøkuna.

Framsýningin er ókeypis, øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerkingar