Jón Krosslá Poulsen gevst í 07 Vestur

Sum skilst, so hevur Jón Krosslá Poulsen spælt sín seinasta dyst fyri 07 Vestur. Hann skifti undan hesum kappingarárinum til 07 Vestur frá Suðringunum.

In.fo skrivarv, at sáttmálin millum partarnar verður uppsagdur í næstum. Áleyparin hevur tikið lut í øllum 11. umførunum higartil, men hevur bara spælt til samans í 376 minuttir, sambært Faroesoccer.com. Hann byrjaður tríggjar ferðir og er skiftur inn átta ferðir. Tað er ikki blivið til nakað mál fyri 30 ára gamla áleyparan.

07 Vestur hevur bara eitt stig og liggur langt niðast í Betri deildini hjá monnum. Sjey stig eru upp til AB, sum eisini hevur eina væl betri málúrtøku. Hartil ljóðar, at framtíðin hjá Ken Fagerberg er óviss á Dungasandi.

Kelda: www.in.fo

 

Facebook viðmerkingar