Klassisk konsert í Salt

Stórfingin, ókeypis konsert verður í SALT leygardagin 26. mai kl 16.

Bæði Føroya Landsorkestur (FLO) og heili tvey symfoniorkestur luttaka.

FLO er eitt harmoniorkestur við bestu blásara- og slagsverksleikarum úr øllum musikkskúlunum í landinum, m.a. eisini næmingar úr Suðuroyar Musikkskúla.

Symfoniorkestrini eru mannaði av nøkrum av bestu næmingunum í Tórshavnar Musikkskúla.

Alt samalt undir kønari leiðslu av Bernharður Wilkinson, sum eisini stjórnar Føroya Symfoniorkestur.

Facebook viðmerkingar