Søga á Seglloftinum og í Pakkhús 5

Leygardagin 26. mai kl. 16.00 er áhugavert ókeypis tiltak á Seglloftinum og í Pakkhús 5 á Tvøroyri.

Í sambandi við at tað eru 50 ár síðan, at Albert, sluppin hjá T.F. Thomsen sakk í Vesturgrønlandi, verður skipað fyri fyrilestri og framsýning. Á Segloftinum verður sagt frá hendingaríku søguni hjá Albert, og í Pakkhús 5 verður fyrsti partur av kjallaranum latin upp fyri almenninginum. Har ber m.a. til at síggja tommin hjá Albert, sum førdi meginpartin av manningini umborð á norska hvalabátin Lamas, ið kom Albert til hjálpar.

Eisini er gjørligt at vitja miðhæddina í Pakkhús 5, sum í skjótt eitt ár hevur verið innrættað til savn við lutum, myndum og skjølum, ið siga frá vinnu- og ættarsøguni hjá T.F.Thomsen, ið keypti ognirnar hjá kongaliga einahandlinum á Tvøroyri í 1856.

Tað er Poul Hansen, vinnulívsmaður í Havn, ið eigur gomlu friðaðu pakkhúsini, og sum hevur tikið stig til gera Pakkhús 5 til savn. Arbeiðið verður framt av sjálvboðnum, og er næsta stig á leiðini at gera kjallaran í Pakkhús 5 kláran til mentanarnáttina á Tvøroyri, ið verður 6. juli.

Meira fæst vita við at vitja www.facebook.com/pakkhus5

Facebook viðmerkingar