Skifta graslíkivøllin á Eiðinum í Vági

Hesa vikuna hevur verið arbeitt við at leggja nýggjan graslíkisvøll á á Eiðinum.

Gamli vøllurin, sum var frá 2004, varð tikin av áðrenn Hvítusunnu, og nú verður nýggi Domo vøllurin frá Ide Møblum lagdur.

Umframt at skifta graslíkisvøllin er eisini gjørd nýggj girðing kring vøllin, og leikaraskýlini eru gjørd av nýggjum.

Í næstu viku verður arbeiðið liðugt og vøllurin handaður Vágs kommunu.

Facebook viðmerkingar