Javnleikur 2-2 á Eiði

Dysturin millum Suðringar og EB/Streym endaði við javnleiki 2-2. Suðringar vóru annars á odda 2-0 tá 5 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Men við tveimum málum seinastu 5 minuttirnar av dystinum megnaði EB/Streymur at stríða seg fram til annað stigi.

Tað var annars Salmundur Bech sum tíðliga í fyrra hálvleiki við einum góðum langskoti legði Suðringar á odda. 1-0 var eisini hálvleiksstøðan. Búi Egilson gjørdi tað til 2-0 tá ein tími var farin av dystinum.

Longi sá út til, at Suðringar skuldi koma suðuraftur við 3 stigum, men tá 85 minuttir vóru farnir minkaði Gestur B. Dam til 2-1. Og í 89. minutti var tað Pætur J. Petersen sum javnaði.

Úrslitið førir við sær, at bæði EB/Streymur og Suðringar á 7. og 8. plássi koma upp á 11 stig. Á 6. plássi hevur Skála eftir tapið ímóti 07 Vestur framvegis 14 stig, meðan AB á 9. plássi hevur 8 stig. AB spælir seinni í dag ímóti HB.

Facebook viðmerkingar