Bakkafrost øll aliloyvi í Suðuroy

KVF.fo: Bakkafrost skal nú hava ræðið á øllum fýra aliloyvunum, sum eru í Suðuroy. Tað váttaði Aksel V., Johannesen, løgmaður, eftir fundin við kommunurnar í Suðuroynni í gjár um, hvussu gongdin í oynni við minkandi fólkatali og arbeiðsloysi kann vendast.

– Vit hava fráboðað kommununum í Suðuroynni, at tá tað kemur til alivinnuna, sum er ein týdningarmikil vinna, so er tað soleiðis, at vit júst hava broytt lógina, soleiðis at tann fiskurin, sum er aldur í Suðuroynni, skal virkast í Suðuroynni, sigur løgmaður.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur, at samráðingar hava verið millum Vinnumálaráðið og Bakkafrost, har Bakkafrost hevur latið tvey onnur loyvi inn fyri at fáa loyvið í Hvalba og í Hovi afturat loyvunum, sum felagið longu hevði í Vági og í Trongisvági frammanundan. 

– Tað skuldi bæði gjørt tað, at tað verður munandi meira virksemi í alivinnuni og meira støðugt virksemi hjá teimum, sum arbeiða í alivinnuni. Tað kunnu bæði vit og suðuroyingar fegnast um, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. 

Loyvini, sum Bakkafrost hevur latið inn er í Kaldbak og í Svínáum, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

Facebook viðmerkingar