Múrarafelagið Knáur

Bygdin sum var Úti á Bø – ein hugleiðing.

Fagurt og frítt er útsýnið. Toftirnar av lonini suður og norður. Og grúgvan! Enn síggjast spor av eiminum, ið slóknaði í 1894. Trøllhøvdi hómast í norðan og Skálhøvdi í sunnan. Vakurt bygdarlag…
Okur hava sett bilin omanfyri Múrin ein vakran heystardag í tí Harrans ári 2014. Eftir einum uppdyrkingarvegi hava okur spákað suður á Bø.


Arnstein Niclasen, skyldmaðurin, sum hevur skrivað frálíku bókina um Fólkini úti á Bø, er formaður á ferðini. Tveireinir ganga okur rásina undir Ravnarókum…

Nú er væl gongt – ein koyrivegur. Men fyrr var ikki sum at siga tað, tá ið rásin var mjá og bømenn máttu streva seg fram í øllum veðri. Teir royndu at søkja um nakrar krónur at bøta um atløguviðurskiftini. Men myndugleikarnir vóru hvørki til at høgga ella stinga í….
Hoyr tú! Er tað ikki gamla Rakul, sum kemur sporandi ímóti okkum?
Hin gamla fer so beint fram við okkum og heim á Garð. Hon skal til
Havnar við hestamuuni við mjólk, osti og úrdráttum…

Mæta skaldið William Heinesen hevur í stuttsøguni “Gæster fra månen”, givið henni eitt hugfarsligt eftirmæli. Tiltikin var hin gamla og hon dugdi
meira enn at mata seg…

Kanska var okkurt í ættini har úti móti Kirkjubønesi, sum arvaðist um landið alt? Hvussu var og ikki, enn eru fólk, ættaði av Bø, sum hoyra og síggja tað, sum ikki stendur á Feysbukk!
Nú kemur bygdin undan. Ein hani gelur ímóti okkum – annars eru krákur, gæs og starar væl fyri á grønu ongunum úti á Bø. Væl er vallað og tiltikið kornpláss. Bøurin er tó um at fara aftur í forna…

Eyðsýnt er, at ein stórur garður (20 marka løgmansgarður 1550) hevur verið her úti! Toftir og leivdir av fornum hjøllum og úthúsum eru alla staðni at síggja. Enn er sót at síggja á steininum, har grúgvan hjá fedrunum stóð, hóast meira enn hundrað ár eru liðin, síðan her bleiv øskukalt.

Steinamosin avdúkar aldurin! Hvør toft er mosagrógvin. Her andar hvør steinur av søgu… Lat okkum siga, at steinamosi veksur 10 sentimetrar í 100 ár, so kunnu øll gita um aldurin á hesi fornu búseting!

Okur ganga oman grýtuta lendið oman ímóti Skirgjógv. Enn standa kongarnir, sum fedrarnir festu í helluna! Rusturin og sjórokið hava sett
lit á gomlu jørnini.

Skirgjógv sker seg inn í lendið, men hon sæst næstan ikki í strandarlendinum. Útróðarlíkindini eru av teimum allarbestu. Hugurin reikar. Bíða nú…

Mín sjel, um ikki TrøllaBaraldur leggur inn á gjónna við borðfullum
fýramannafari… Longumiðið sveik í dag, men upsin leyp á!

Okur ganga suður eftir fram við seyðahúsi og summarhúsi…

Her er vítt til veggja og høgt til lofta. Liviligt sjálvt hjá ognarloysingum!

Eitt var, at fedrarnir stríddu fyri harrafólkið. Men, hava fæloysingar ikki rætt til bygdarnavn? Er tað bara teimum vælbjargaðu beskorið?

Komnir nakað suður, síggja okur leivdirnar av Barjamu spøkja í sjóvarmálanum… Rustaða spælið stendur uppi á landi…

Suður móti brattanum liggur lítla trøðin, sum fedrarnir ruddaðu við stríð og strev…

Lívæðrin hjá einkjum og børnum, sum bóndin heima á Garði mátti eiga. Mann kann ikki lata vera við at hugsa um tey, sum í 1894 savnaðu pjøkarnar saman og fóra til gongu… Friður veri við teimum!
Í vælsignaða heystveðrinum spákaðu okur heim aftur móti Kirkjubø.

“Er Trøllhøvdi komin undan?” spurdu gamlir, barnføddir bømenn, tá ið teir á ellisárum gingu gøtuna suður á Bø. Sjónin var kanska farin at bila,
men minnini um bygdina og barnaárini stóðu lýsandi klár.

Nær man gamla bygdin Úti á Bø fara at koma undan í sugguni hjá Fornminnamyndugleikunum?

Arnfinnur Thomassen

Facebook viðmerking