Heini Gaard: Trupult at taka Dennis Holm í álvara

Í hvassorðaðari viðmerking í miðlunum i gjár, týsdag 29. mai, sigur Dennis Holm seg hava trupult við at taka KVF í álvara. Orsøkin er eitt 10-20 sekundir ljóðbrot, sum verður brúkt í annslagnum til eitt av teimum trimum innsløgunum, sum vóru í Degi & viku týskvøldið um politisku ætlaninar um at menna Suðuroynna.

Dennis Holm forkastar alt Kringvarpið sum óseriøst, grundað á eitt journalistiskt val um at brúka tónleik frá skemtisendingini Pipar og salt til at lýsa afturvendandi ynskið ella kravið um, at Suðuroyggin er í serstøðu og má tí fáa serligan politiskan ans. Eitt politiskt mál ella krav, sum hevur verið ovast á dagsskránni í bæði fiskivinnuppolitikki, alipolitikki og í øðrum landspolitiskum kjaki fleiri ferðir seinastu trý árini.

Var tónleikavalið smakkleyst? Var tað óneyðugt? Ella var tað sigandi fyri politisku føljetonina um Suðuroynna, sum hevur vart í nógv ár? Hyggjarin er dómari.

16 minuttir av 21 í Degi & Viku
Kringvarp Føroya hevði tíðindini um serligu ætlaninar hjá landsstýrinum og borgarstjórunum í Suðuroynni í útvarpinum klokkan 18 mánakvøldið 28. mai 2018. Samrøða var við løgmann. Í gjár týsdagin 29. mai, var øll orka sett inn á hesi viðkomandi tíðindi, sum bæði ávirka alivinnuna í Føroyum og fleiri onnur viðurskifti – ikki einans í Suðuroynni, men um alt landið. Menningarætlanin fyri oynna var høvuðstíðindini í útvarpinum á døgurða, m.a. við eini samrøðu við Dennis Holm. Tíðindini klokkan 18 sama dag vóru mest sum øll um menningarætlanina og avgerðina um at lata Bakkafrost leysa aliloyvið í oynni.

Í Degi & viku sama kvøld vóru 16 minuttir av 21 minuttir drúgvu sendingini brúktir til at lýsa hetta sama mál. Samrøður vóru við løgmann og landsstýrismannin við vinnumálum, umframt umrødda innslag. Eg kann ikki minnast nakra politiska søgu seinasta árið, sum hevur fingið so góða rúmd í Degi & viku.

Fyrigev mær, Dennis Holm, men tað er eitt sindur torført at taka tað í álvara, tá tú alment forkastar alt Kringvarpið sum óseriøst, tí tær ikki dámar tónleikavalið í nøkur sekund av einum samlaðum tíðindadegi, sum stórt sæð snúði seg um hetta mál frá byrjan til enda.

Endamálið var ikki tillátursgera Suðuroynna, men at vísa á, at menningarætlanin er ein afturvendandi klagusangur, sum hevur verið framførdur so ofta av skiftandi politikarum, at Pipar og salt gjørdi ein satiriskan sang burturúr honum.

Satira er ikki undirhald
Tað er harmiligt, um Dennis Holm tulkar, at innslagið er ein látursgerð av støðuni í Suðuroynni. Tað hevur so ikki verið ætlanin. Tvørturímóti. Dagur & Vika nýtti 4 minuttir og síðani 12 minuttir afturat at viðgera støðuna í Suðuroynni.

Í 4 minuttirs innslagnum fekk tilmælið, sum borgarstjórarnir í Suðuroynni hava skrivað, drúgva umrøðu, og borgarstjórin í Vági fekk høvið at gera viðmerkingar til nøkur av tilmælunum.

Sum hagtølini vísa, so hevur verið ein skeiv samfelagslig gongd í Suðuroy. Gongdin hevur verið so í fleiri ár. Tað fangaðu Pipar & Salt eisini, tá teir syngja um støðuna við satiriskum brillum. Satira er ikki neyðturviliga undirhald. Satira kann vera ramasta álvara.

 

Facebook viðmerkingar