Tilmælið: Taka uppaftur sigling til Skotlands

Kommunurnar í Suðuroynni mæla til at kanna møguleikarnir fyri at taka uppaftur siglingina millum Suðuroynna og Skotland.

Í 1980- og 1990árunum var í eitt áramál siglt millum Suðuroynna og Skotlands. Gamli Smyril røkti hesa farleiðina, meðan gamli Teistin røkti Suðuroyarleiðina.

Hendan farleið var ein týðandi farleið fyri vinnulívið í Suðuroynni, bæði í samband við útflutning av fiskavørum, og í samband við innflutning av handilsvørum til handilslívið í Suðuroynni. Fasta ferðasambandið til Skotlands var eisini ein nógv brúkt leið hjá ferðafólki, sum valdu Skotland og Stóra Bretland sum ferðamál.

Lítið er at ivast í, at hendan leiðin framvegis er ein sera áhugaverd leið hjá vinnulívinum í Suðuroynni, bæði hjá útflutningsvinnuni og í samband við innflutning av vørum úr Stóra Bretlandi.

Í ferðavinnuhøpi er farleiðin millum Skotland og Suðuroynna/Føroyar eisini sera áhugaverd. Føroyar hava sum ferðavinnuland gjørt risa lop síðani miðskeiðis í 1990unum, eru farin frá at verða eitt “ókent” land í Norðuratlantshavi til at verða eitt sera áhugavert ferðamál.

Fyri ferðavinnuna í Suðuroynni (og í Føroyum sum heild) hevði ferðafólkasigling millum Skotland og Føroyar verða eitt týðandi frambrot, sum hevði ført við sær nýggjar møguleikar fyri at menna ferðavinnuna í Suðuroynni (og í Føroyum).

Tað tekur 10-12 tímar at sigla úr Suðuroynni til Scrabster í Skotlandi, so talan er um lutfalsliga stutta farleið.

Kommunurnar eru á einum máli um, at farast skal undir at kanna møguleikarnir fyri at taka uppaftur sigling millum Suðuroynna og Skotland. Mælt verður til at tað beinanvegin verður kalla inn til felags fund millum Samferðslumálaráðið, Strandfaraskip Landsins og kommunurnar í Suðuroynni um Skotlands-leiðina.

Facebook viðmerkingar