Ætla at skerja túratalið hjá Smyrli

In.fo skrivar, at nú fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerðar, mælir Strandferðslan til, at skerja túratalið ein túr um vikuna í januar, februar og í mars. Ætlanin er at tann eini túrurin ónsdagar skal skerjast burtur hetta tíðarskeiðið.

Enn einaferð kann bara ásannast, at Suðuroyggin skal ikki hava somu tænastu og somu atkomumøguleikar sum onnur økir í Landinum.

Vónandi verður hetta eitt mál, sum Suðuroyar-tinglimir og -landsstýrisfólk fara at steðga.

Facebook viðmerkingar