Góð og hugnalig løta í Parkini á Sandinum

Tíðindi

MYNDAFRÁSØGN: Týsdagin 29. mai skipaðu sjálvboðin fyri einum sera góðum tiltaki í Parkini á Sandinum í Vági. Fólk vórðu boðin til eina hugnaliga løtu, har tey kundu grilla (grillir vóru á staðnum), fáa sær ein ókeypis kaffimun og kaku afturvið, og syngja sangir saman og lurta eftir tónleikaframførslum.

Talan var um eitt sera gott og hugnaligt tiltak og eiga fyrireikararnir stórt rós uppiborið fyri eitt framúr gott tiltak.

Her eru nakrar myndir frá tiltakinum.

Facebook viðmerkingar