Suðringar taptu 4-2 í fyrru hálvfinaluni

Sudringar.fo: Suðringar taptu 4-2 ímóti B36 í fyrru hálvfinaluni í Gundadali í kvøld.

Øll málini komu í fyrra hálvleiki. Fáar minuttir inn í dystin legði B36 seg á odda 1-0. Men Suðringar svaraðu beinanvegin aftur, og tá 6-7 minuttir vóru farnir var støðan 1-1. Salmundur Bech skoraði fyri Suðringar.

B36 legði seg síðani á odda 2-1, men aftur javnaði Salmundur, hesaferð til 2-2.

Í seinnu helvt av fyrra hálvleiki fekk B36 tvey mál afturat. Hálvleiksstøðan var 4-2 til B36. Og tá tað ikki komu fleiri mál endaði dysturin eisini 4-2.

Suðringar høvdu fleiri hundrað viðhaldsfólk við í Gundadali, og ongin ivi var um hvør vann dystin uttanfyri vøllin, tá gjørdu okkara fantastisku áskoðarar. Takk fyri stóra stuðulin í kvøld !

Seinna hálvfinalan verður við Stórá ónskvøldið 13. Juni.

Facebook viðmerkingar