Suðringar ognartóku Gundadal !

Ítróttur Tíðindi

Í Gundadali sást lítið til at talan var um heimavøll hjá einum av høvuðsstaðarliðunum, tá dómarin bríkslaði fyrru hálvfinaluna í Løgmanssteypinum ígongd í kvøld.

Hundraðtals viðhaldsfólk høvdu sett kósina norður um Suðuroyarfjørð til dystin, og saman við teimum onnur hundrað úr miðstaðarøkinum.

Gamla skýlið í Gundadali var alt sum tað grønt og runt allan Gundadal rungaðu herróptini “Suðringar, Suðringar, Suðringar”.

Á vøllinum vann B36 dystin, men uttanfyri vøllin vunnu Suðringar stórsigur, tá Suðringar ognartóku Gundadal.

Facebook viðmerkingar