Tvøroyrar kommuna: visjón og tilveru- og virðisgrundarlag

Tíðindi

Tvøroyrar býráð samtykti á fundi tann 7. mai 2018 eina visjón og eitt tilveru- og virðisgrundarlag fyri Tvøroyrar kommunu. Síðani á heystið 2016 hava øll starvsfólk og býráðspolitikkarar á Tvøroyri verið í einari virðis- og visjónstilgongd, sum hevur verið skipað við starvsfólka- og evnisfundum og 10 verkstovum.

Á verkstovunum hevur verið arbeitt við at seta orð á tær kjarnu-uppgávur, sum starvsfólk skulu loysa fyri Tvøroyrar kommunu og tey virðir, ið løgd verða fyri dagin í arbeiðinum. Í hesum sambandi hava starvsfólk eisini sett orð á tær góðu søgurnar í teirra dagligdegi. Ein arbeiðsbólkur hevur samanskrivað tilfarið frá verkstovunum.

Endamálið við virðis- og visjónstilgongdini er at menna Tvøroyrar kommunu fram á leið soleiðis at kommunan í sínum virksemi er burðardygg á øllum økjum vísandi til eina yvirskipaða visjón og eitt tilveru- og virðisgrundarlag.

Visjónin er soljóðandi:

Tvøroyrar kommuna vil veita bestu karmar og verða ein fyrimynd soleiðis at borgarar hava tryggar og mennandi umstøður at støðast, trívast og flyta til, og fáa eina so professionella, fyrikomandi og javnsetta tænastu sum møguligt. 

Tilverugrundarlagið er soljóðandi:

Tvøroyrar kommuna hevur borgarin í miðdeplinum, og virkar á einum fólkaræðisligum og burðardyggum grundarlagi soleiðis at kommunan er í einari støðugari menning vinnuliga, mentanarliga, sosialt og umhvørvisliga. 

Virðisgrundarlagið, ið er samansett við 5 virðisorðum, sum skulu eyðkenna Tvøroyrar kommunu í komandi tíðum, er soljóðandi:

Samstarv – við virðisorðið samstarv meina vit:

  • at býráð, umsiting og rakstrarstøð arbeiða tætt saman við virðing fyri funktiónunum hjá hvørjum øðrum soleiðis at borgarar fáa bestu tænastuna.
  • at vera í konstruktivum og regluligum samskifti við borgarar, vinnulív og áhugapartar annars.
  • at virða týdningin av samstarvi sum ein fyritreyt fyri menning av kommununi. 

Álit – við virðisorðið álit meina vit:

  • at vera álitisvekjandi inneftir mótvegis leiðslu og starvsfólkum og úteftir mótvegis borgarum, vinnulívið og áhugapørtum annars.
  • at virða ymiskleikan hjá hvørjum øðrum bæði persónliga og fakliga.
  • at hava álit á hvørjum øðrum.

Tryggleiki – við virðisorðið tryggleiki meina vit:

  • at borgarar – ung sum eldri – føla seg trygg í gerandisdegnum.
  • at fyribyrgja og taka hond um øll sløg av hendingum fyri at minka um váðan í kommununi.
  • at kommunan verður rikin á einum burðardyggum grundarlagi.

Fakligur førleiki – við virðisorðið fakligur førleiki meina vit:

  • at borgarin, vinnulívið og áhugapartar annars fáa eina tænastu, sum er professionell, lóglig og saklig.
  • at starvsfólk og leiðslur hava høgan fakligan førleika og integritet.
  • at starvsfólk og leiðslur eru nýhugsandi og bróta upp úr nýggjum.

Umhugsni – við virðisorðið umhugsni meina vit:

  • at borgarin, vinnulívið og áhugapartar annars fáa ein rættvísa, javnsetta og virðiliga tænastu.
  • at borgarin, vinnulívið og áhugapartar annars uppliva kommununa til at vera fyrikomandi, tænastusinnaða og nærverandi.
  • at borgarin er í miðdeplinum í virkseminum hjá kommununi.

Her í juni mánaða verður ein faldari borin út í hvørt húsarhald í Tvøroyrar kommunu, har visjónin, tilveru- og virðisgrundarlagið verður lýst eisini úr sjónarhorninum hjá starvsfólkum og leiðslum í umsitingini og á rakstrarstøðunum hjá Tvøroyrar kommunu.

Til heystar er ætlanin at skipa fyri almennum borgarafundi og síðani at fyriskipa evnisfundir soleiðis at Tvøroyrar býráð við tíðini ítøkiliggerð visjónina, tilveru- og virðisgrundarlagið við politikk- og strategiskjølum á vinnu-, mentanar, sosiala- og umhvørvisøkinum.

 

Myndina hevur Turid Vestergaard í Dali tikið.

Facebook viðmerkingar