Suðringar taptu 1-4 ímóti sterkum Víkingum

Ítróttur Tíðindi

Sudringar.fo: Suðringar tóku sunnudagin ímóti Føroyameistarunum úr Víkingi. Og talan gjørdist um ein greiðan 4-1 sigur til Víking.

Víkingur var eisini leikliga væl betur enn Suðringar í dag, sum høvdu trupult við at skapa veruligar málmøguleikar. Og tá verjuspælið samstundis gekk illa, so gjørdist dysturin onki at skriva heim um sæð við Suðringa-brillum.

Víkingur kundi við hepni vunnið dystin væl meiri, men manglandi neyvleiki og bjargingar frá Rana í málunum forðaði hesum.

Málini hjá Víkingi gjørdu: Adrian Cascaval 3, og Heðin Hansen 1.

Málið hjá Suðringum gjørdi Eirikur Magnusarson

Dysturin í dag skal leggjast afturum sum skjótast og fokus setast á næstu uppgávu, sum er seinna hálvfinalan í Løgmanssteypinum.

Facebook viðmerkingar