Maskinfólk til p/f Varðin Pelagic á Tvøroyri

Størv Tekstlýsingar Tíðindi

Á teknisku deild er starv sum maskinfólk leyst at søkja til byrjan skjótast gørligt 

Arbeiðsuppgávur

Arbeiðsuppgávurnar fevna millum annað um viðlíkahald, umvæling og optimering av tekniskari útgerð á virkinum.

 

Førleikakrøv

Til starvið krevst í minsta lagi útbúgving sum maskinsmiðjur.

Sum persónur ert tú væl skipað/ur, støðug/ur, tekur við ábyrgd og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í tvørfagligum toymum. Eisini hevur tú ein jaligan hugburð til uppgávurnar og viðvirkar til gott samstarv við starvsfelagar.

 

Setanarviðurskifti

Maskinfólkið starvast í vaktum á 12 tímar, skiftivís á dag- og náttarvakt. Tá ongin framleiðsla er, verður arbeitt vanliga dagtíð.

Starvið er tímalønt og verður sett eftir avvarðandi faksáttmála.

Av praktiskum áðum, so skal tann, ið settur verður, annahvørt búgva fast í Suðuroy ella vera sinnaður at flyta til Suðuroy.

 

Umsókn

Umsókn við avritum av prógvum, CV og møguligum viðmælum verða send í telduposti til fgp@vardin.fo ella sum vanligt bræv til: Varðin Pelagic, Havnarlagið 11, Postrúm 68, 800 Tvøroyri, att.: Fróði Petersen.

Umsóknarfreistin er mikudagin 20. juni 2018 kl. 16.00.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Nærri kunning um starvið

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Fróða Petersen, tekniska leiðara á tlf. 291780 ella fgp@vardin.fo ella Jón Næs, formann fyri maskinfólk á tlf. 291781 ella jona@vardin.fo

 

 

 

Facebook viðmerkingar