Metingarnevndin til menningarkvotur sett

Tíðindi

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur tilnevnt 6 fólk í metingarnevndina, sum skal koma við tilmæli um, hvørjir umsøkjarar skulu fáa menningarkvotu samsvarandi kunngerð nr. 74 frá 9. mai 2018 um menningarkvotur av makreli, norðhavssild og svartkjafti til menningarætlanir í ávísum økjum í 2018.

Landsstýrismaðurin hevur tilnevnt:

Gestur Hovgaard, limur

Guðrið Andorsdóttir, limur

Arnbjørn Egholm, limur

Ásmundur Guðjónsson, varalimur

Bartal Dulavík, varalimur

Rúna Hjelm, varalimur

Gestur Hovgaard hevur arbeitt virkið innan gransking í mong ár við spurningum, ið beinleiðis ella óbeinleiðis eru viðkomandi innan økismenning. Gestur hevur millum annað granskað innan økini lokal og regional menning, virkisumsiting, vitanarsøga og vísindateori. Hann hevur givið skrivligt tilfar út um evnini. Gestur er útbúgvin samfelagsfrøðingur á lærdum háskúla í Danmark.

Guðrið Andorsdóttir hevur drúgvar royndir innan útflutnings- og framleiðsluvinnuna av fiskavørum, tað veri seg innan góðskustýring og vørumenning. Hon hevur somuleiðis verið virkin innan granskingarumhvørvið í síni heild eins og í alivinnuni. Guðrið er útbúgvin føðslulívvirkisfrøðingur á lærdum háskúla í Norra.

Arnbjørn Egholm hevur drúgvar royndir innan fíggjarvinnu og yrki innan peningastovnar millum annað við beinleiðis atliti at fiskivinnu. Somuleiðis hevur hann starvast innan vinnurekandi grunn eitt nú við verkætlanum í fiskivinnuni. Arnbjørn hevur harnæst royndir beinleiðis úr vinnuliga partinum av fiskivinnuni. Arnbjørn hevur bankaútbúgving í Føroyum.

Ásmundur Guðjónsson hevur drúgvar royndir innan gransking, umsiting av granskingarætlanum og fiskivinnuroyndum. Hann hevur í longri tíðarskeið starvast innan altjóða samstarv, tað veri seg í norðurlendskum samstarvi og í Útnorðri. Ásmundur er útbúgvin lívfrøðingur á lærdum háskúla í Danmark.

Bartal Dulavík hevur í mong ár starvast fyri útlendska fyritøku, sum í serstakan mun leggur áherðslu á gransking og gagnnýtslu av hjávørum í fiskivinnuni. Bartal hevur luttikið í fleiri verkætlanum, sum byggja á samstarv millum útlendingar og føroyingar, við tí fyri eyga at nýmenna og gagnnýta tilfeingið betur. Bartal er útbúgvin fiskivinnukandidatur á lærdum háskúlanum í Norra.

Rúna Hjelm hevur royndir innan føroysku alivinnuna og granskingarumhvørvið innan fiski- og alivinnu, tað veri seg í Føroyum og uttanlands. Hon hevur starvast uttanlands innan fiskivinnufyrisiting, vinnuráðgeving og sum sjálvstøðug vinnurekandi. Rúna hevur royndir innan íløguvinnu í Føroyum. Rúna er útbúgvin fiskivinnukandidatur á lærdum háskúlanum í Norra.

Facebook viðmerkingar