Maskinsmiðulærlingur til Teknisku deild hjá p/f Varðin Pelagic á Tvøroyri

Á teknisku deild er lærupláss sum maskinsmiður leyst at søkja til byrjan 02.07.2018

Arbeiðsuppgávur

Dagligu arbeiðsuppgávurnar taka útgangsstøði í viðkomandi yrkisgrein, millum annað fevna tær um viðlíkahald, umvæling og optimering av tekniskari útgerð á virkinum.

 

Førleikakrøv

Lokið 9. floksprógv Fólkaskúlans.

Sum persónur ert tú væl skipað/ur, støðug/ur, Eisini hevur tú ein jaligan hugburð til uppgávurnar og viðvirkar til gott samstarv við starvsfelagar.

 

Setanarviðurskifti

Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna.

Starvið er tímalønt og verður sett eftir avvarðandi faksáttmála.

Av praktiskum áðum, so skal tann, ið settur verður, annahvørt búgva fast í Suðuroy ella vera sinnaður at flyta til Suðuroy.

 

Umsókn

Umsókn við avritum av prógvum, CV og møguligum viðmælum verða send í telduposti til fgp@vardin.fo ella sum vanligt bræv til: Varðin Pelagic, Havnarlagið 11, Postrúm 68, 800 Tvøroyri, att.: Fróði Petersen.

Umsóknarfreistin er mikudagin 20. juni 2018 kl. 16.00.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Nærri kunning um starvið

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Fróða Petersen, tekniska leiðara á tlf. 291780 ella fgp@vardin.fo ella Jón Næs, formann fyri maskinfólk á tlf. 291781 ella jona@vardin.fo

 

Facebook viðmerkingar