Seinna hálvfinalan spælast “uttan áskoðarar”?

Ítróttur Tíðindi

LEIÐARIN: Seinna hálvfinalan ímillum Suðringar og B36 er løgd kl. 14.30 ónsdagin 13. juni. Endamálið við hesari tíðarásetingini er uttan iva, at B36 skal hava møguleika at sleppa norðuraftur við Smyrli kl. 18.00.

Hetta er alt væl skilt og kenna suðuroyingar um nakrir til avbjóðingarnar við ikki at sleppa heimaftur eftir dyst norðanfjørðs.

Men tá tikið verður inn í myndina, at hetta ikki er ein dystur hjá U9-gentum ella U7 dreingjum, men hálvfinalan í føroysku steypakappingini, so er tað eitt sindur trupult at skilja, at hendan hálvfinalan skal spælast mitt um dagin, kl. 14.30, í arbeiðstíðini hjá fólki.

Suðuroyingar flestir hava glett seg til dystin. Fyrra hálvfinalan var fótbóltsliga ein undirhaldandi dystur, bæði á og uttanfyri vøllin. Fjepparar hjá Suðringum hava helst ætlað at lagt líka nógv uppfyri til hesa seinnu hálvfinaluna, sum jú verður á heimavølli.

Men trupult verður at gera nakrar skreytir, tí kl. 14.30 eru fólk til arbeiðis. Skúlanæmingar illa nokk komnir heim til hús os.fr.

Alt bendir á, at ætlanin er, at dysturin skal spælast “uttan áskoðarar”?! Hædd er í øllum førum ikki tikin fyri, at áskoðarar hava áhugað fyri dystinum ella vilja síggja dystin, tá dysturin er lagdur ein ónsdag kl. 14.30.

 

Facebook viðmerkingar