Prógvhandan á Ítróttaháskúlanum

Í dag var hátíðardámur á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy, tá næmingar fingu prógv eftir lokið várskeið.

24 næmingar vóru til prógvhandan í dag, eftir at fingu upplivilsi fyri lívið á 20 vikurs várskeiðnum á Ítróttaháskúlanum.

Skeiðið hevur verið framúr gott, sigur Guðmundur Joensen, leiðari, og leggur afturat, at hetta var eisini sjónligt millum næmingarnar í dag, har kenslurnar eisini bendu á, at næmingarnar eru komnir tætt uppá hvønn annan hesar 20 vikurnar.

Næsta skeiðið á Ítróttaháskúlanum byrjar í august.

Facebook viðmerkingar