DAGFØRT! FC Suðuroy fótbóltsskúla 29. og 30. juni

Ítróttur Tíðindi

Tilmeldingarfreistin er longd til mánadagin 18. juni.
Árligu Fótbóltsskúlarnir, sum FSF saman við HB, B68 og FC Suðuroy skipa fyri, verða í ár 29. og 30. juni í Gundadali í Havn á Toftum og í Vági.

Í ár vera Fótbóltsskúlarnir fyri børn í aldurinum 6 til 14 ár (fødd í 2004 til og við 2012).

Fríggjadag verður vant frá kl. 13 til 17 og leygardag frá kl. 10 til 15. Børnini møta hálvan tíma frammanundan.

Tilmeldingarfreistin er mánadagin 18. juni.

Kostnaður: 400 krónur (Gjaldið er fyri luttøkuna á fótbóltsskúlanum og fyri mat, frukt, bólt, T-shirt og luttøkubræv).

Tilmelding fer fram her.

Facebook viðmerkingar