Suðringar-KÍ við Stórá sunnudagin

Sunnudagin kl. 14.30 verður dysturin millum Suðringar og KÍ við Stórá bríkslaður ígongd.

Suðringar fáa vitjan av klaksvíkingum, sum eru á einum 2. plássi í Betrideildini, meðan Suðringar eru á 8. plássi.

Seinast KÍ var á vitjan við Stórá var í Løgmanssteypinum, tá Suðringar vunnu 1-0 og varpaðu KÍ út úr kappingini um Løgmanssteypið.

Í morgin er talan um ein nýggjan dyst, har Suðringar skulu reisa seg eftir tap ímóti B36 í vikuni, meðan KÍ kemur til dystin við einum 3-1 heimasigri ímóti B36 í viðførinum.

Dysturin er kl. 14.30 sunnudagin.

Facebook viðmerkingar