Graslíkisvøllurin á Eiðinum alment tikin í nýtslu ónsdagin

Vágs kommuna: Nýggi graslíkisvøllurin á Eiðinum verður alment tikin í nýtslu ónsdagin 20. juni 2018 kl. 17.00.

Í hesum sambandi verður hátíðarløta á Eiðinum har Eydis Kjærbo, forkvinna í Mentunarnevndini hjá Vágs kommunu flytur fram røðu. Síðani fara fótbólts-landsliðsleikarar úr nærumhvørvinum at taka nýggja vøllin í nýtslu saman við einum gomlum VB-leikara.

Aftaná verður brotssparkskapping saman við U11 dreingjum og U11 gentum hjá FC Suðuroy og vinnarin fær steyp. Og síðani verður bjóðað kaffi, te og okkurt gott afturvið í VB-húsinum.

Tiltakið byrjar kl. 17 ónsdagin 20. juni 2018.

Facebook viðmerkingar