Skráin fyri tiltakið á Eiðinum 20. juni kl. 17

Graslíkisvøllurin alment tikin í nýtslu 20. juni 2018 kl. 17.00. Skráin fyri tiltakið er hendan:

Bjóðað verður vælkomin
– Eydis Kjærbo, vara-borgarstjóri og forkvinna í Mentanarnevndini flytur fram røðu
– Landsliðsleikararnir Salmundur Bech, Búi Egilsson og Alexander Holm Kilgour, taka saman við gamla landsliðsleikaranum Páll Augustinussen, vøllin alment í nýtslu
– U11 gentur og U11 dreingir hjá FC Suðuroy hava brotssparkskapping. Vinnararnir fáa steyp
– Bjóðað verður síðani kaffi, te og kakur, og sunkist til børnini í VB-húsinum.

Tiltakið er alment og øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerkingar