Jón Krosslá Poulsen og Pape Mamadou Faye til Suðringar

Ítróttur Tíðindi

Felags Suðuroyarliðið, Suðringar, hevur í dag gjørt sáttmála við tveir spælarar, sum koma at verða við Suðringum tað í eftir er av hesum kappingarárinum, váttar Julius Vest Joensen, nú Jón Krosslá Poulsen og Pape Mamadou Faye hava gjørt sáttmála við Suðringar.

Jón Krosslá Poulsen og Pape Mamadou Faye eru báðir áleyparar.

Jón Krosslá Poulsen var á liðnum hjá Suðringum í fjør og hevur fyrru helvt av kappingarárinum í ár spælt við 07 Vestur, men vendur nú heimaftur.

Pape Mamadou, sum er ættaður úr Senegal, men hevur íslendskan ríkisborgararætt, Pape Mamadou Faye hevur millum annað royndir frá íslendskum fótbólti og hevur higartil spælt fyri Víking Ólafsvík, Vestri, Grindavík, Víking Reykjavík, Leiknir og Fylkir. 27 ára gamal Pape var og royndarvandi hjá Suðringum í vikuskiftinum og hevur nú gjørt sáttmála við felagið.

Báðir spælararnir skifta til Suðringar beinanvegin og eru tøkir til komandi dystir.

 

Facebook viðmerkingar