Bjartur Nolsøe flutti fram røðu á jóansøkubálinum í Vági

Tíðindi

www.vagur.foNógv fólk vóru komin saman við Tríkantin á Sandinum til afturvendandi Jóansøkubálið longsta dag, har Bjartur Nolsøe í ár flutti fram røðu.

Seinastu 5 árini hevur verið skipað fyri Jóansøkubálið á Tríkantinum á Sandinum longsta dag, 21. juni, soleiðis eisini í ár. Skráin fevndi um felagssang og røðu, umframt at bjóðað varð kakao og bollar – og fólk fingu høvið til at fáa sær eitt gott prát hetta ljósa summarkvøldið.

Í ár flutti Bjartur Nolsøe fram røðu – og røðan hjá Bjartur er her, og á heimasíðuni hjá Vágs kommunu eru nakrar myndir frá tiltakinum.

***

Góðu bøfressar og uttaramenn, vágbingar og gestir. 

Stóra takk fyri at eg kundi halda hesa røðuna á hesum vakra øki, har eg havi búleikast helvtina av mínum lívi.

Vágsbygd er perlan í Suðuroy yrkti skaldið, og hetta má mann bara sanna – serliga eitt slíkt kvøld sum í kvøld, tá bygdin summarskrýdd ger klárt til Jóansøkuna. 

Hetta økið vesturi í bø var eitt satt paradís fyri piltar og unglingar, tá nógvir tímar skuldu brennast av. Okur høvdu ítróttarøkið, Vatnið, Sandin, Gjógvará og ikki minst Sjaðagarð.

Tá var sum kunnugt onki internet, iPhone ella Televarp. Tá skuldu tímarnir brúkast á annan hátt, og tað var ikki ringt her vesturi. Her fangaðu okur síl í Gjógvará, vassaðu á vatninum og spældu fótbólt vesturi á Eiðinum og í Sjaðagarði.

Og bøfressar og uttaramenn. Hetta var eitt av hæddarpunktunum, tá eg sleit mínar barnaskógvar her vesturi í Bø. Í Sjaðagarði stóð mangt slagið móti uttaramonnum. Uttaramenn við Jan Allan, John, Bjarna og Rógva og øðrum góðum monnum. 

Tað var uppá skift spælt í Sjaðagarði og á Skúlalagnum. Ofta 2 dystir um dagin. Og taptu okur her vesturi fyrra dystin, so kundi ein verða vísur í, at Johan hjá Torleif vildi hava revanchu sama kvøldið. Og stuttligt var at dystast, serliga tá nógvir áskoðarar stóðu uppí á vegnum og hugdu. 

Ofta havi eg undrast á, hvussu tað kundi bera til, at so nógvir fótbóltspælarar blivu uppaldir í Sjaðagarði. Við tí halli og óslætta lendi kundi ein hugsa, at tað bleiv trupult at spæla, tá ein kom á vanligan slættan vøll. Men so var ikki – tvørturímóti. Tað var her vesturi man lærdi tað sindri av fótbóltskunnleika sum man fekk. 

Fyrst í 90 unum vóru 3 fótbóltslið í bestu deildini – VB, TB og Sumba samstundis sum Royn kappaðist í oddinum í 2. deild. Hetta stórt sæð uttan útlendingar. Nú er eitt lið fyri alla oynna, og við fleiri útlendingum. Hetta hava verið treytirnar her suðuri seinastu mongu árini. Fjøldin er blivin meira mobil. Tey ungu fara í miðnámsskúla her suðuri, og eftir tað fara tey av oynni til víðari lestur.  Nú er eisini meira moderna at skifta fótbóltslið, og arbeiðir ella gongur man í skúla norðanfyri, so spælir man eisini norðanfyri. 

Fyrr var ikki lætt at skifta felag – ella tað gjørdi mann ikki bara. Tað var ein heiður at spæla fyri barndómsfelagið og spæla við hjartanum. Og luftaði tú tankan um at skifta felag, so var tú sikkur uppá at Eyðun hjá Jonhild kom eftir tær, og spurdi hvat hetta var fyri nakað. 

Men tann eyðsýnda frágreiðingin um gongdina í fótbóltinum og ítróttinum sum heild her suðuri, er fólkatalið.  Í 1990 búðu 5.800 fólk í Suðuroynni. Ì dag búgva 4.600 fólk. Hetta svarar til eina minking uppá 21%. Í sama tíðarskeiði er fólkatalið í Føroyum vaksið frá 47.800 til 50.800 – ella við góðum 3.000 fólkum. Í 1990 var parturin av føroyafólki sum búðu í Suðuroy 12,2%. Í dag er hann 9,1%.

Vágbingar hava tó nógv at verða stoltir av ítróttarliga. Hvør minnist ikki meistaraheitið í 2000 og øll tey góðu úrslitini og meistarheiti hjá hondbóltskvinnunum. Okkurt fylgjandi summar og vetur, hevði VB manslið og kvinnulíð í bestu deildini í bæði í hondbólti og fótbólti.

Vágbingar hava altíð verið frammaliga í kappróðri. Felagið varð stovnað 1943, og í ár  luttekur Vágs kappróðrarfelag við seks manningum, sum má sigast at vera flott.

Og fyri ikki at tosa um svimjing og Pál Joensen, sum hevur vunnið heiður bæði í Føroyum og uttanlanda, og sum eisini fekk størstu svimjihøllina í Føroyum uppkallaða eftir sær.

Samstundis sum gongdin innan ítróttin her suðuri hevur avbjóðingar, síggja vit hvussu týdningarmikið tað er at verða við í toppinum. Nú eru so nógvir pengar komnir uppí fótbóltin, at munurin fer at økjast millum tey lið, sum ár eftir ár luttaka í Europa og restina. Sum kunnugt er tað bert tey fremstu fýra liðini sum fáa hesar pengar. Tí er umráðandi, at man finnur eitt passandi býti millum fýra tey ovastu liðini og restina. Kanska eitt hugskot kundi verið, at feløgini fra nr. fimm og niðureftir hvørt fríggjakvøld seta seg at spæla Gekk. Sum tað er nú, eru fleiri pengar at heinta í Gekkinum enn tær 1,7 mio kr. tú fær sum nr. fýra. 

Tá gongdin í Suðuroynni er sum hon er, so er týdningarmikið, at man sær nýggjar møguleikar, sum hetta gevur heldur enn at taka synd í sær sjálvum. Alt sum sær vónleyst út, gevur eisini møguleikar. Vágbingar og suðringar eiga at satsa uppá sítt egna. Hvat skal verða serligt í Vági og Suðuroy? Suðuroyggin skuldi kanska satsað uppá laksaframleiðslu, fiskaframleiðslu, ferðavinnu og íverksetan av nýggjum vinnum? Íverksetan gevur nógvar møguleikar og við internetinum og altjóðagerðini, eru ongi mørk meira. Kundi ein ikki ímyndað sær, at Facebook varð ment í Suðuroy – hvat var forðingin fyri tí? 

Tey privatu arbeiðsplássini geva skattakrónur og gera at fólkatalið veksur. Tì má satsast uppá nýggjar vinnur. 

Berjist eisini fyri teimum almennu arbeiðsplássunum. Ikki bara tí, at fólkið skal hava nakað at gera. Men tí, at hetta eru vællønt størv og flyta vælútbúgvin fólk til bygdina. Og vælútbúgvin fólk geva økinum nýggjan íblástur.

Her hava búð og búgva enn íverksetarar. Petur á Gørðunum sum var langabbabeiggi   mín, var undangongumaður, so tað forsló. Hann gekk á odda at fáa el-verkið í Botni í lag. Hetta var næstan óhugsandi tá í tíðini. Men við vilja av stál  fór verkið í gongd í 1921 – tað fyrsta í kongaríkinum. Petur á Gørðunum kom eisini við uppskoti um at gera ein tráðbana av Eiðinum, og vestur í Múlagjógv at draga bátarnar við.

Hann var eisini ein av stovnarunum av Suðuroyar Sparikassa og borgmeistari í mong ár.

Her hava verið nógvir vinnulívsmenn gjøgnum tíðina, sum hava havt virkir og skip. 

Her eru nógvar fyritøkur í dag sum klára seg væl og hava nógv arbeiðspláss.

Vágbingar hava víst, at teir eru í fremstu røð tá tað snýr seg um nýhugsan. Her er komin ítróttarháskúli, Páls høll og Marghøllin. Og mín sann, um bygdin ikki bjóðar seg fram til at hýsa hondbóltsdystinum millum Føroyar og Danmark, tí ongin høll í Føroyum lýkur treytirnar fyri einum slíkum dysti. Her er nokk av initiativi í bygdini – tað skal bara samskipast og kanska skulu fleiri lyfta í flokk, so gongur tað nokk.

Komandi 10 árini vita suðringar, at oyggin liggur tveir tímar við Smyrli frá meginøkinum.  Hvussu liva okur við tí – er spurningurin ein eigur at seta sær. 

Fólkið her kann flyta bygdina og Suðuroynna fram á leið. Minnist til – ongin ger tað fyri tykum. Verið samdir og standi saman sum ein oyggj.

Nú pápi mín júst hevur latið sítt næsta yrkingarsavn út, haldi eg at tað er hóskandi í hesum sambandi at citera hann við orðunum í sanginum um heimbygdina: 

 

Virkisfýsni fólki merkir,

standið saman tí kvinnur eins og menn

havið framtíðarhugsjónir sterkar

einaferð bygdin tá seg mennir enn. 

 

Suðuroyggin er eftir mínum tykki definitiónin uppá ferðavinnu. 

Er tað at ferðast at sigla 10 minuttir við Sam, og síðani fara í summarhús, ella koyra eitt korter á fastlandinum og so búgva í campingvogni.  Er tað ikki nógv meira eksotiskt at fara ein túr við frálíka Smyrli, og vekk frá gerandisdegnum til Suðuroynna?. Tað eru nógvir møguleikar í ferðavinnuni her suðuri. Tað krevur so eisini, at røttu rammurnar eru til staðar. Nú hevur man Pálshøll, Marghøllina og alskyns møguleikar at ganga í fjøllunum. Men stóri trupulleikin er yvirnáttingar, sum kundi givið fleiri møguleikar fyri ráðstevnum og stórum ítróttartiltøkum, sum annars liggja norðanfjørðs.

Nógv størri fokus eigur at verða á at ferðast í egnum landi og ikki minst í Suðuroy. Okur eiga eitt fantastiskt land og tað má vera eitt fátal av føroyingum, sum hava vitja allar oyggjarnar. So potentiali er stórt.  Í síðstu viku var eg saman við góðum fólki í Pálsloft á Kalsoynni, har tað sigst at Páll Fangi goymdi seg fyri “øvrigheitini”. Ein fanastiskur túrur, sum byrjaði á Trøllanesi við eini verkstovu fyri leiðarar. Tað sigst, at bert 80 føroyingar hava verið henda túrin. Hetta kann eisini gerast her suðuri.  Forkunnugar túrar við ferðaløgum uppá 10-15 fólk – tey gjalda gleðiliga, tí tey merkja tað forkunnuga í tí. 

Her á staðnum er hvørt ár føroya flottasta og størsta nýggjársbrak. Soleiðis hevur tað verið í nógv ár. Hvør føroyingur- ella fyri tað útlendingur- hevur ikki hoyrt um nýggjárshaldið í Vági?. Soleiðis hava vágbingar hildið fast í hesa siðvenju í eini 50 ár, við faklum, báli, veitslu og fýrverki. Ein stórsligin løta, tá fólkið við faklunum kemur um Sandin á midnátt, og fýrverki fer í luftina. Aðrar kommunur hava seinnu árini tikið henda táttin upp eftir nýggjársnevndini í Vági, og gera nógv burturúr.

Birgir Enni fortaldi einaferð, at tann besti maður ein kona kundi ynskja sær var ein fornfrøðingur. Hann blívur nevnliga betri og betri við hana jú eldri hon blívur. 

Veit ikki um hetta kann sammetast við mína kenslu fyri Vágsbygd. Men mín hugur at koma aftur til Suðuroynna, gert størri og størri sum árini ganga. 

Friðurin, sum nógv longjast og leita eftir. Hann finnur tú beint her. Okur síggja í sjónvarpi um mammur, pápar og børn sum flýggja undan yvirgangi og øðrum ófríði. Tá man stendur her á Sandinum eitt tíltíkt kvøld og hoyrir fríðin, er tað ringt at skilja. Úti í heimi er tað tíverri ikki ein sjálvfylgja, at tú kanst liva eina friðarliga tilveru. Alt sum onnur droyma um, fært tú í Vági. Bygdin liggur her eitt sindur vekk frá øllum. Her kanst tú fara og njóta løtuna – hoyra havið, áir, fuglar og onnur ljóð í vøkru náttúruni.

Hvat er betri enn her á ársins longsta degi at vera í heimbygdini saman við bygdafólkinum. Nú havi eg verið í útlegd nógvastaðni í meira enn 25 ár, men tað sum samlar og tað sum ger at ein vendir aftur í gaman og álvara – er Vágsbygd og fólkið sum her býr.

Eg fari at enda at takka fyri at tykur lýddu á, og eg ynski tykkum eitt framhaldandi gott kvøld og góða jóansøku.

Bjartur Nolsøe

Facebook viðmerkingar