Betrideildin tapti, 1. deild vann

Ítróttur Tíðindi

Leygardagin spældu bæði Betrideildin og 1. deild hjá Suðringum jóansøkudyst á Eiðinum í Vági. Í Betrideildini tóku Suðringar ímóti HB og í 1. deild var Giza Hoyvík á vitjan.

Betrideildin tapti greitt 1-4 ímóti einum sera sterkum HB-liðið, sum í seinna hálvleiki var væl betur enn heimaliðið.

Hjá 1. deild gekk betur, tí 1. deild vann fyrsta dystin í ár, tá teir á Eiðinum vunnu 1-0 ímóti Giza Hoyvík.

Facebook viðmerkingar