Guðmundur Joensen setti jóansøkuna

Guðmundur Joensen setti jóansøkuna, røðan hjá Guðmundi er her.

Góðu vágbingar, góðu suðringar, góðu tit øll.

Tað er við eyðmjúkleika og takksemi, at eg standi her og skal seta Jóansøkuna 2018, við bert tveimum árum, sum vágbingur. Tað sigur eitt sindur um tykkara blíðskap.

Hetta er útvið hundranda jóansøkan, ið vit  hátíðarhalda, men fyri meg hevur jóansøkan og Suðuroy sum heild, ikki verið ein partur av uppvøkstrinum, tó havi eg haft góðar løtur á jóansøku í kappróðri.

Tá tvey ár kennast sum tveir mánaðir, so er tað okkurt sum er ógvuliga gott, og er tað júst mín persónliga støða, nú eg havi búleikast í Vági seinastu tvey árini. Ikki hevði eg tað nógva at fyrihalda meg til, tá avgerðin var tikin um at flyta suður at starvast. Men eitt, sum eg á ein hátt hevði við mær, vóru orðini abbin mín, sum var útróðrarmáður ofta segði “nú koma suðringarnir” ella “suðringarnir eru ikki fyri nothing”, hann segði hetta altíð við einum brosið. Tað vóru útróðrar mennirnir úr suðri hann nevndi, og onkursvegna fekk eg tað fatan, at teir vóru nakað fyri seg. Hendan mynd skuldi vísa seg at verða ógvuliga røtt, tí at koma inn í hetta lítla samfelag, var ógvuliga nemt, fólk vóru blíð, hjálpsom til eitt hvørt, og al oftast fór eg víðari við einum smíli, eftir prát við onkran, ið eg aldrin hevði møtt fyrr.

Mín ímynd kundi tó verið so ógvuliga nógv øðrvísi, um eg eitt nú las stabbamyndir, prognosir, skattaprocent og lønarinntøkur, sum er blivið tað alt avgerandi her í lívinum og plingar á hvørjum portali dag og dagliga, ella um eg bert hugsaði um handan góða samfelags kassan, ið suðuroy ikki passar so væl niður í, í løtuni.

At fylgja rákinum, renna aftaná og í takt ­- tað er eftir mínum tykki tann lætta loysnin, men ikki neyðugt tann besta loysnin fyri menning, trivnað og stoltleika, og júst her skarar Suðuroy heilt burtur úr og standi eg onkursvegna við eini kenslu av, at tað er tann harða kjarnan í búleikast eftir í suðri og vendir heim aftur eftir útferð. Tað at byggja upp aftur av nýggjum, standa ímóti tá leikar á, er nógv størri virðið, enn nakað tal  kann lýsa. Tí var hetta umhvørvið so ómetaliga gott at koma til – tí vit skuldu byggja nakað nýtt upp frá grundini av, og var sum at hendan eyka orkan, hetta eyka áræði líka sum lág í luftini, og var tað tí ógvuliga gevandi til okkara stóru uppgávu. Hetta var heilt frá politiskum støði til vanliga prátið á sandinum. Eisini má eg nevna týdningin av tykkara jaliga hugburið, tí hann hevur ómetaliga nógv at siga, og er sera gevandi til dagliga dagin.

Abbin mín, sum er mín stóra fyrimynd, segði mær tá eg var barn, søgu um ein herførara sum við bert 10 monnum bargdi niður stóran her, hetta gjørda hann vil snildum, nýhugsan og ikki minst dirvi.

Hetta kann eg onkursvegna samanlíkna við Vág. Tí hyggja vit rundan um okkum her, hvat er útrættað ítróttarliga, vinnuliga , kommunalt, og ikki minst eisini í aðrar mátar, so er ilt at síggja fyri sær, eina bygd við bert 1400 íbúgvum og eisini fáum krónum at arbeiða við.

Akkurát hendan mynd er so sigandi fyri, hvat veruliga hevur týdning. Oftast verður roknað út í krónum og oyrum, og eru tølini ikki grøn, ja so kann alt gera tað sama, men hendan mynd sigur í veruleikanum tað beint øvugta, nevniliga – at vil man tað nóg nógv, stendur saman og hevur hugburðin, ja so ber alt til, og har kann eg persónliga geva vágbingum heiðurin, sum meistarar á økinum.

 

Í morgin verður kappróður og fara bátarnir skúmandi eftir fjørðinum, eftir miðvísa og drúgva venjing, allir   vilja vinna, men ikki er tað vist, at manningarnar við teimum bestu tølunum á rógvimaskinunum, ella við teimum bestu venjingarumstøðum ella nýggjastu bátum fara at standa sum vinnarar, men heldur verða tað tær manningar, ið trúgva mest uppá tað, tora at rógva sín róður og ikki minst taka á í felag, sum fara at standa sum vinnarar. Hetta er eisini galdandi fyri lívsins viðurskifti sum heild.

Og júst tað at tora, trúgva og draga í felag er gerandiskostur her. Vágs kappróðarfelag hevur vunnið nógv meistaraheitir við bátum, ið onnur ikki kunnu brúka, VB kvinnurnar prógva eisini júst hesa uppskrift ár um ár, og fyri ikki at gloyma svimjimentanina, skapta heilt frá botnið av og upp á hægstu tindar. Eisini er vinnulív ið bjóðar heiminum av, og fyri ikki at tala um tey stóru mentunartiltøk sum, flakakapping, nýggjárshaldið, festivalar, rennitiltøk og grindabátar- eg kundi nevnt nógv afturat, men satt at siga, so er tvey ár ov lítil tíð, til at kenna til alt tað góða í fyrigongur her. Og tað er júst tað góða, vit skula leggja dent á og standa saman um. Einki er at ivast í, at henda fitta bygd er í størsta blóma og eru møguleikarnir sera nógvir og heldur hendan gongdin áfram, so verða tað tey norðafyri fjørðin, sum koma at standa og trippa til undirsjóvartunnilin verður liðugur.

Ein sær bert toppin av ísfjallinum, tí restin av fjallinum liggur undir vatnskorpuni, sum eitt tungt fundament, Soleiðis er eisini her, tí vit eiga øll ein part av tí í,  sum gongur fyri seg her, ikki bert tey í sum ganga fremst og standa fram, hóast tað er ein lyklafaktorur í øllum. Men júst hetta stóra fundamentið á ísfjallinum ið liggur undir og eingin varnast, er í veruleikanum tað heila.  Soleiðis er tað eisini her, øll tey sum ikki eru beinleiðis tilknýtt okkurt, ella fjøldin um mann so kann siga, eru tey ið stuðla undir og skapa tryggleika fyri tey ið ganga á odda, og hongur alt í síðsta enda saman. Vit skulu øll verða, og hava vit øll ein leiklut, og hyggja vit rundan um okkum í hesi vøkru nátturu, kunnu vit øll hyggja uppá hvønn annan og verða stolt saman og av hvørjum øðrum.

Í Vági er gott at verða, her er trivnaður, her sál og ikki minst stuttligt. Tað er her tað sker.

Eg fari at enda við at ynskja tykkum øllum eina góða jóansøku, og lýsi eg hervið Jóansøku 2018 at verða setta.

Takk fyri.

 

 

 

 

 

Facebook viðmerkingar