Tvey minus eitt vegur í Vági

Kunngerðir Tíðindi

FERÐSLUTRYGD: Fyri tveimum árum síðani fingu hvalbingar ein 2 minus 1 veg. Talan er um eitt nýtt slag av vegi í Føroyum, men í londunum kring okkum síggjast hesir vegir í flest øllum kommunum. Nú fáa vágbingar eisini ein.

Síðani vágbingar fingu Pálshøll og Marghøllina ganga og súkkla fleiri fólk á vegateininum út til nýggja ítróttarøkið. Fyri at fólk skulu kenna seg tryggari at ferðast eftir hesum vegi, hevur verið neyðugt at gera ávísar ferðslutrygdarábøtur. Í 2015 var landsvegastrekkið frá vegamótinum við Oyrarnar í Vági tí tillagað soleiðis, at tey gangandi og súkklandi fingu eina serstaka rás at ferðast á samstundis sum ljós varð sett fram við vegnum. Loysnin hevur riggað væl og gjørt vegateinin tryggari, men enn er ikki komið á mál. Landsverk hevur eftirfylgjandi saman við Vágs kommunu og løgregluni arbeitt við at gera eina ferðslutrygdarætlan, har 850 metrar langi vegateinurin frá kirkjugarðinum til vegamótið Líðarvegur-Vágsvegur er íroknaður. Sum liður í hesi ætlan varð ljós sett upp fram við hesum vegateini í fjør, sum nú verður gjørdur um til ein 2 minus 1 veg.

Koyrimynstrið broytist
Tá tú ger ein veg um til ein 2 minus eitt veg kanst tú betra umstøðurnar hjá gongufólki og fólki á súkklu innan fyri verandi vegbreidd. Í mun til ein vanligan veg við tveimum koyribreytum, verður ein koyribreyt tikin burtur á 2 minus 1 vegum, harav navnið. Koyribreytin verður sjónliga smalkað við eini breiðari kantstriku á báðum síðum. Kemur mótkoyrandi ferðsla, kunnu bilarnir fara um brotnu kantstrikuna fyri at sleppa fram við hvørjum øðrum. Koyrimynstrið á 2 minus 1 vegum broytist nakað í mun til á vanligu vegunum, vit kenna her heima.

Við hesi loysn flytir tú fólk og súkklur av sjálvari koyribreytini og út um eina breiða kantstriku á vegnum, soleiðis at tú skapar eina størri frástøðu millum hørðu og bleytu ferðsluna á vegnum.

Royndirnar við hesum vegum í londunum kring okkum eru góðar. Bilarnir koyra spakuligari, fólk til gongu og á súkklu kenna seg tryggari, og nøgdsemið er sum heild betri. Nýggi 2 minus 1 vegurin í Vági verður liðugt strípaður og klárur at koyra eftir í vikuni.

Filmurin niðanfyri vísir, hvussu koyrast skal á 2 minus 1 vegum, og faldarin, sum hvørt hús í Vági hevur móttikið, greiðir somuleiðis nærri frá koyrimynstrinum:

Filmurin kann síggjast her

Faldarin kann heintast her

Facebook viðmerkingar