Vár Brattalíð við U16 til European Open

Ítróttur Tíðindi

Holland, Ungarn, Litava og Georgia eru mótstøðulið í bólkaspælinum, tá føroysku U16 genturnar fyrst í juli taka lut í kappingini European Open.Kappingin, sum er døgunum 2. til 6. juli, verður hildin í svenska býnum Gøteborg, og hon er samstundis sum stóra summarkappingin Partille Cup.
Føroyska liðið hevur vant miðvíst til kappingina í Svøríki, sum er fyrsta avbjóðing uttanlands hjá hesum gentum. Á sumri næsta ár skulu genturnar royna seg í EM-undankappingini fyri U17-lið.
Í European Open kappingini í Svøríki taka tjúgu lond lut, harímillum sterkar tjóðir sum Svøríki, Russland, Norra, Spania og Frakland. Londini eru býtt sundur í fýra bólkar, har tvey tey bestu fara víðari í tveir bólkar, har hálvfinalistarnir skulu finnast. Hini tólv londini dystast um plaseringarnar frá níggju til 20.
Sekstan gentur úr H71, Kyndli, Neistanum, VÍF, VB, EB og StÍF eru við í hópinum. Venjarar eru Kári Nielsen, Dia Midjord, Anya Midjord og Jóhan Hofgaard.
Ferðalagið fer til Svøríkis sunnudagin 1. juli og er heima aftur eina viku seinni.
Tær, sum eru úttiknar eru:
Rannvá Olsen, VÍFRakul Wardum, KyndilNatasja Hammer, KyndilVár Brattalíð, VBBára Hansen, H71Jana Mittún, H71Elsa Egholm, H71Alda Gilladóttir, H71Brynhild Pálsdóttir, H71Lív Rúnadóttir, H71Judith Johansen, STÍFLea Símunardóttir Lisberg, EBSára Jacobsen, EBPetra Andrea Larsen, NeistinKatrina Mortansdóttir, NeistinRúna Jógvansdóttir Larsen, Neistin

Facebook viðmerkingar