Mentanarnátt í Pakkhús 5 á Tvøroyri

Komandi fríggjadag er mentanarnátt á Tvøroyri, og tá verður ymiskt áhugavert á skrá í Pakkhús 5.

Umframt framsýningina á miðhæddini, ið sigur frá søguni um felagið T.F.Thomsen, verður nýumvældi kjallarin í gamla pakkhúsinum latin upp fyri almenninginum.

Har ber til at síggja tommin, ið bjargaði monnunum av sluppini Albert, umframt lutir og frasagnir um tær vørur, T.F.Thomsen keypti inn, framleiddi og flutti av landinum.

Og tað er í kjallaranum, at journalisturin og rithøvundurin Helgi Jacobsen fer at halda fyrilesturin “Tvøroyri og heimsins besti klippfiskur”.

Til ber eisini at sessast og njóta eina Slupp, sum til høvið hevur fingið etikettir við ymiskum sluppum hjá Thomsen. Inntøkan av søluni fer til víðari menning og rakstur av savninum í Pakkhús 5.

Skráin er henda:
Kl. 16.00 – 21.00 Savnið í miðhæddini og kjallaranum er opið. Til ber at keypa Slupp við seretikett, og á grundini uttanfyri hongur stórt kort, ið sýnir øll føroyskt skip, ið eru farin við Ísland í tíðarskeiðnum 1870 – 2015.
Kl. 16.30 “Tvøroyri og heimsins besti klippfiskur”. Fyrilestur hjá Helga Jacobsen.

Ókeypis atgongd og øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerkingar