Forseti Íslands heilsaði grindabátamanningini

Tíðindi

Á Siglufjørðinum hevur í morgun verið “Helgistund” (útigudstænasta) har forseti Íslands eisini luttók saman við grindabátamanningin úr Vági.

Kl. 11 í morgun var Helgistund á Kirkjuhólnum á Hvanneyri á Siglufjørðinum, har Sigríður Munda Jónsdóttir, prestur hevði útigudstænastu.

Lisið varð eisini úr Markusar evangelium á øllum norðurlendsku málunum og sálmar vóru sungnir. 

Umframt grindabátamanningina úr Vági var eisini íslendski forsetin, Guðny Th. Jóhannesson til Helgistundina og heilsaði forsetin eisini uppá grindabátamanningini.

 

Facebook viðmerkingar