Múrarafelagið Knáur

Heystveður

Avbera góði heystardagurin, ið ber navnið Lukas, er nú í ferð við at geva seg til síðis fyri komandi vikudøgum. Við nærum 291 farnum  0g 74 døgum eftir av árinum kemur flytingin av summartíðini til vetrartíð komandi vikuskifti bert at staðfesta, at vit nærkast hátíðini stóru við endan av árinum. Umgirdur av septembur við 85 mm og novembur við 91 mm av regni sæst í bókini hjá Petur Skeel Jacobsen, Veður og tíðindi í Føroyum, at oktobur 1915 við sínum 40 mm var ein rættiliga turrur mánaði. Vit eru longu farin framvið hesum talinum, og komandi vikan fer ikki at gera tað betur. Danska veðurstovan lovar skiftandi ættir við regni og til tíðir nógvum vindi. So tað er bara at njóta løtuna, meðan Smyril avgreiðir sínar vikuskiftistúrar eftir spegilsblankari vág.

 

Facebook viðmerking