Múrarafelagið Knáur

Minnisvarðin á Torvheyggi

Rókur Tummasarson hevur tikið samanum úr Føroyatíðindi vívikjandi forsøguna til minnisvarðan á Torvheyggi:

Allahalganadagur, dagur teirra sjólatnu. Her er í stuttum tikið samanum tað, ið Føroyatíðindi skrivar um, hvussu minnisvarðin á Tvøroyri kom í lag.
20. januar 1925 er í Føroyatíðindum frammi uppskot um at gera ein minnisvarða yvir teir, ið hava latið lív á sjónum. Blaðið hevur serliga vanlukkuárini eftir í 1919 í tonkunum.
Tvær vikur seinni er greitt, at áhugin fyri hesum uppskoti er stórur, og tískil verður nevnd sett at skipa fyri arbeiðinum, og heitt verður á fólk um at stuðla eftir førimuni. Í fyrireikingarnevndini eru:
Fru Josephine Mortensen, Hr. Ole Joh. Wiberg, Hr. Rich. B. Thomsen, Hr. Sigurd Petersen, Hr. Morten Chr. Holm, Hr. N.P. Mortensen, Fru Else Hentze, Hr. Joen Olsen, Hr. Herluf. B. Thomsen og Hr. Dan J.B. Jacobsen.
Nevndin er samd um, at minnisvarðin eigur at vera úr føroyskum gróti, og at hann skal ikki prýðast ov nógv. Man ímyndar sær, at nøvnini skulu høggast í steinin, sum skal líkjast einum bautasteini. Tað verður ikki roknað við, at slíkur steinur fæst í Suðri, men “Fibirger & Villefrance”, ið vist nokk ger keiina á Tvøroyri, átekur sær at føra steinin til Tvøroyrar við skipinum Ellen.
Í Føroyatíðindum heitir nevndin á listafólk um at koma við hugskotum um, hvussu minnisvarðin kann síggja út, eins og heitt verður á almenningin um at koma við uppskotum um, hvar minnisvarðin kann staðsetast.
Í apríl eru savnaðar inn kr. 3026, og røddir eru frammi um, at minnisvarðin eigur at standa við kirkjuna, eins og ynski eru um at nøvnini hjá teimum, ið eru sjólatnir áðrenn 1919 eisini koma við.
Í mai letur listamaðurin J. Waagstein inn uppskot um, at minnisvarðin verður ein føroyskur bautasteinur, staðsettur á einum heyggi, har steinar við nøvnunum á teimum sjólatnu verða lagdir rundanum. Heyggurin skal girðast av við einstøkum steinum, har ankarketur hanga ímillum.
Ymiskar meiningar eru um, hvar minnisvarðin eigur at verða staðsettur. Summi halda, at hann skal standa á Tvøroyri nær við keiina, onnur við kirkjuna. Føroyatíðindi heldur tó, at minnisvarðin fær ikki nokk av rúmd og kemur ikki til sín rætt, um hann verður staðsettur millum hús á Tvøroyri. Hildið verður eisini, at hugskotið um at seta steinin upp við kikjuna ber illa til, tí garðurin sunnanfyri kirkjuna er í vánaligum standi, og steinurin hevði riggað illa, um hann stóð frammanfyri kirkjuna. Tí er uppskotið frá blaðnum, at steinurin verður settur á Torvheyggi, har hann kann standa frítt og sæst úr øllum ættum.
Í juli er nevndin samd um uppskotið hjá J. Waagstein, og nevndin sigur seg hella til uppskotið hjá Føroyatíðindi um, at staðsetingin eigur at vera á Torvheyggi.
Seinni út á summarið leita N.P. Mortesen, Herluf. B. Thomsen, ingeniør Bech og Ole Arge eftir einum hóskandi steini við Veðranes í Sundalagnum. Funnir verða tveir steinar, sum vónir eru um, at tað fer at eydnast at hála oman í fjøruna, har Ellen skal fáa teir umborð.
Á heysti er útvaldi steinurin, ið vigar um 5 tons, fingin á keiina á Tvøroyri. Nevndin heldur, at ein gyltur krossur og teksturin “Teir sjólótust fyri føðilandið”, saman við “Ingen har større kærlighed end denne, der sætter sit liv til for sine venner” frá Johannesar evangilienum, skal prýða steinin.
Nøvnini á teimum sjólatnu skal høggast í steinplátur, ið verða lagdar kring heyggin, og stendur Ole Arge fyri arbeiðinum.
Summi finnast at orðingini “Teir sjólótust fyri føðilandið”, tí hildið verður uppá, at tað ber brá av at ein er fallin í bardaga. Føroyatíðindi verjir tó orðingina við, at hann, ið virkar á havinum, virkar fyri samfelagið, og letur hann lív í hesum stríði, so doyr hann sanniliga fyri føðilandið.
Tollaksmessudag skriva Føroyatíðindi, at steinurin er klárur at seta upp. Hann liggur í einum pakkhúsi á keiini. Hugsað verður at draga steinin á eini sletu út á Torvheygg, ella at nýta vogn og leysar skinnarar. Heitt verður á fólk um at tekna seg á lista at hjálpa til at flyta steinin á sítt pláss.
Um hálvan februar er enn ongin kavi fallin, og boðar nevndin frá, at avgerð er tikin um at flyta steinin á vogni og leysum skinnarum. Tí verður ikki brúk fyri øllum teimum 100, ið hava teknað seg til, men bert 50 monnum.
25. marts kemur steinurin á pláss. Við at nýta ein trífót, sum er gjørdur úr 18 alin longum bjálkum, og eina sonevnda patenttalju, skipa Joh. Mortensen og A. Åkesson fyri arbeiðinum.
Síðan verður farið undir at gera økið kring minnisvarðan liðugt, soleiðis at alt er klárt til vígsluna, ið skal vera tá kongaparið kemur á vitjan á Tvøroyri, sunnudagin 6. juni 1926.
Náttina til 6.juni regnar illa, og tvørafólk gera sær lítlar vónir um eitt væleydnað tiltak. Men tá Fylla, Geysir og Niels Juul stevna inn eftir Trongisvágsfjørði seinnapartin er blikastilli og sól. Ein av bestu summardøgum. Stúgvandi fult av fólki er á keiini og tekur ímóti kongaparinum, sum stevnir beina leið út á Torvheyggj, so skjótt sum hurraróp og kanónskot eru avgreidd. Mannamúgvan fylgir við.
Úti á Torvheyggi byrjar hátíðarhaldið við, at Herluf B. Thomsen, formaður í nevndini, ið hevur skipað fyri minnisvarðanum, heldur røðu. Síðan avdúkar Frú Christiansen, sum misti elsta son við General Gordon, minnisvarðan. Kongur sigur nøkur fá orð, og at enda heldur pastor Jacoben sína prædiku.
Tá hátíðarhaldið er liðugt, verður gingið vestur í býin aftur, og kl. 19.30 heintar chaluppin hjá kongi tey innbodnu til taffel umborð á Niels Juul.

Facebook viðmerking