Smyril eftir vanligari ferðaætlan aftur

Kunngerðir Tekstlýsingar Tíðindi

Mánamorgunin 30/7 kl.06:00 byrjar Smyril aftur at sigla eftir vanligu ferðaætlanini aftur.

Smyril hevur annars seinastu vikurnar siglt eftir ferðaætlan, sum hevur verið tillagað til at Smyril bara hevur siglt við trimum motorum.

Viðlíkahalds arbeiði á motorarnir hjá Smyrli er nú liðugt, og siglur Smyril eftir vanligari ferðaætlan frá mánamorgni 30. Juli kl. 6.00.

Facebook viðmerkingar