Suðringar í týðandi dyst á Argjum

Fríggjadagin byrjar Betrideildin aftur eftir summarsteðgin. Og hjá Suðringum er ein sera týðandi dystur á skránni, tá leiðin gongur út á Argir, har AB tekur ímóti.

Suðringar eru í løtuni á 8. plássi í Betrideildini við 11 stigum, meðan AB er á 9. plássi við 8 stigum. Fyri bæði liðini er sostatt talan um týdningarmiklan dyst, sum kann føra Suðringar longur burtur frá niðurflytingarplássinum, og sum kann lyfta AB upp á sama stigatal sum Suðringar.

Dysturin á Argjum byrjar kl. 16.00.

Facebook viðmerkingar