Fáa barsilspengar fyri at fara á fastlandið at bíða

Eftir at føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi varð niðurløgd, hava tað verið fleiri støður, sum hava kravt tillagingar, m.a. viðvíkandi bústaðarmøguleikunum hjá barnakonum við familju í Havn, og harumframt fíggjarligi kostnaðurin hjá makanum av at fara frá arbeiði til Havnar. Bústaðarmøguleikarnir eru dagførdir og nú verður eisini gjørdar tillagingar í barsilsskipanini.

Løgmaður greiddi í Ólavsøkurøðuni frá, at ætlanin er at gera eitt uppskot til løgtingslóg um broyting í barsilslógini, har hædd verður tikin fyri, at summar kvinnur noyðast at fara til fastlandið í eina tíð áðrenn væntaðan barnsburð. Endamálið við uppskotinum er, at menn hjá kvinnum, ið noyðast at fara til fastlandið áðrenn væntaðan barnsburð, fáa rætt til barsil og barsilspening í tvær vikur áðrenn væntaðan barnsburð.

Orsøkin er, at hesar familjurnar koma í eina trupla støðu, tá ið annar forsyrgjarin noyðist at fara frá børnunum í eitt tíðarskeið áðrenn barnsburð.

 

Facebook viðmerkingar