Meiriluti av fólkinum vil hava Suðuroyartunnil

Tíðindi

KVF.fo: Meira enn annað hvørt fólk, sum varð spurt í veljarakanningini, sum Lóður gjørdi fyri Kringvarpið í síðstu viku, tekur undir við, at undirsjóvartunnil verður gjørdur til Suðuroyar, tá Sandoyartunnilin er liðugur.

Úrslitið er góð 56 prosent.

Tey flestu, sum taka undir við verkætlanini, velja Tjóðveldi. Tey eru góð 62 prosent.

Tey fægstu siga seg velja Sjálstýri. Har eru 53 prosent, sum taka undir við, at undirsjóvartunnilin til Suðuroyar verður gjørdur, tá Sandoyartunnilin er liðugur.

Hinir flokkarnir eru eisini allir oman fyri 50 prosent. Hjá teimum, sum siga seg velja Framsókn, er undirtøkan næstan 60 prosent.

Tey elstu ikki so heit

Yngstu veljararnir, teir 18 til 29 ára gomlu, vilja flestir hava Suðuroyartunnilin. Tey eru 60 prosent. 

Men hinir aldursbólkarnir eru beint undir 60 prosentum, uttan tey elstu, tey 60 ára gomlu ella eldri. Hjá teimum er undirtøkan 50 prosent.

Landsstýrið kannar, um ráðiligt er at gera tunnnil úr Sandoynni til Suðuroyar. 

Hann fer at kosta minst tríggjar milliardir krónur, men móti tí vigar nýggjur Smyril, sum leysliga er mettur at kosta eina milliard.

Í ár verða gjørdar innleiðandi jarðfrøðiligar kanningar í sambandi við Suðuroyartunnilin, sigur Samferðslumálaráðið í ískoytinum til frágreiðingina, sum løgmaður gav løgtinginum ólavsøkudag. 

 

KELDA: www.kvf.fo

Facebook viðmerkingar