Vágs Kappróðrarfelag ársins felag

Ítróttur Tíðindi

Á gallaveitsluni hjá kappróðrinum 31. juli á Viðareiði varð Vágs Kappróðrarfelag kosið ársins felag. Vágs Kappróðrarfelag er eisini eitt felag, sum hevur verið í stórari menning seinastu árini. Eyðkendu hvítu og svørtu bátarnir hava eisini verið sera sjónligir í ár, tí vælmannað hevur kappróðrarfelagið verið í ár.

Úrslitini gjørdist eisini góð. Vágs Kappróðrarfelag vann eitt FM-heitið, eina FM-silvur og eina FM-bronsu.

Úrslitini hjá Vágs Kappróðrarfelag róðrarárið 2018 var hetta.

Barnaróður dreingir
Nr. 1. Fiskurin – FØROYAMEISTARI
Nr. 4. Svalan

Barnaróður gentur
Nr. 9. Svalan (róðu bert ein part av árinum)

5 mannafør gentur
Nr. 11. Royndin fríða (róðu bert ein part av árinum)

5 mannfør dreingir
Nr. 4. Royndin Fríða

6. mannafør kvinnur
Nr. 2. Smyril – silvur til FM

10. mannafør
Nr. 3. Suðuroyingur – bronsu til FM (felags manning Vágs Kappróðrarfelag og Froðbiar Sóknar Róðrarfelag)

 

Facebook viðmerkingar