Málningur av Hergeir Nielsen millum hinar Tingformenninar í Løgtinginum

Í morgun kom málningur av Hergeiri Nielsen, fyrrverandi tingformanni, upp at hanga í Løgtinginum. Vangamyndina hevur Jógvan Andrias á Brúnni málað. Listamaðurin varð umboðaður av pápa sínum, Signari á Brúnni og familjuni.

Ein hugnalig løta, har Hergeir fekk góð og væl uppiborin orð við á vegnum.

Myndirnar tók Bjørt Samuelsen

Facebook viðmerkingar